Heilsu- og orkumálaráðið
Vísindasiðseminevndin er nú vald av nýggjum fyri komandi fýra árini. Á fyrsta fundinum heilsaði nevndin upp á Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum.
“Vísindasiðseminevndin hevur eina týdningarmikla uppgávu í at tryggja álitið á heilsugransking í Føroyum. Tað er avgerandi, at gransking verður framd á einum tryggum og ábyrgdarfullum grundarlagi, har menniskjað altíð er í miðdeplinum.”, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna.
Nýggja Vísindasiðseminevndin er mannað soleiðis:
- Eina Hansen Eliasen, sjúkrarøktarfrøðingur, cand.scient.san, ph.d., námslektari
- Hilmar Augustinussen, limur í Sjúklingaráðnum og varalimur í Alzheimerfelagnum undir MEGD
- Marjun A. Lómaklett, sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi og integratiónsprestur
- Marner Fríðheim Kristiansen, lækni, ph.d. og høvuðsútbúgvingarlækni í arbeiðsmedicin
- Poula Reinert Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur, cand.scient.san, leiðari á Nánd
- Sólja í Ólavstovu, løgfrøðingur, við drúgvum royndum úr føroysku og grønlendsku umsitingini
- Torkil á Steig, yvirlækni, serlækni í nefrologi
Nevndin hevur skipað seg við Marner Fríðheim Kristiansen sum forfólki og Poulu Reinert Petersen sum næstforfólki.
Harumframt eru hesi vald sum varalimir:
- Anna Borg Dahl, løgfrøðingur
- Jákup N. Olsen, formaður í Sjúklingaráðnum, fyrrverandi formaður í Krabbameinsfelagnum
- Niclas Eysturoy, yvirlækni, ph.d., serlækni í ortopedi
- Tórunn Højgaard Ósá, sjúkrarøktarfrøðingur, námslektari í sjúkrarøktarfrøði og ph.d.
Landsstýriskvinnan og Heilsu- og orkumálaráðið takka samstundis Gunnhild Helmsdal, Kára Purkhús og Jóhannu Petersen fyri teirra arbeiði í Vísindasiðseminevndini. Tey halda ikki fram í nevndini.
