Hondbóltssamband Føroya
Hóast Føroyar leingi vóru frammanfyri, so vann Ísland aftur í dag við fimm málum í dag, 30-25. Hálvleiksstøðan var 15-13 til Føroyar. Føroyar vóru frammanfyri 20-17 tá 20 minuttir restaðu, men gekk tað av skriðuni eina góða løtu og íslendingar struku avstað.
Føroyar fingu ein fína byrjan uppá dystin og komu fram um 4-1. Álopsspælið gekk væl og vóru leikararnir góðir til at sleppa bóltinum víðari til tann rætti møguleikin kom. Liðini fylgdust tað mesta av hálvleikinum, men hevði Føroyar eina góða løtu beint fyri hálvleik og vóru okkara frammanfyri 15-13 við steðgin. Verjuspælið var betri í dag í mun til í gjár og skuldi Ísland arbeiða harðari fyri málini. Leiðslan kundi saktans verið størri, men høvdu okkara ov nógvar feilavleveringar í hendurnar á íslendingum, men fingu fleiri løtt mál uppá skjótálop.
Føroyar spældu eisini væl fyrstu løtuna av seinna hálvleiki og vóru omaná 20-17, tá 20 minuttir restaðu. Venjararnir vildu royna 7 móti 6 næstu løtuna, men gekk tað av skriðjuni til. Okkara gjørdu alt ov nógvar tekniskar villur, og skoraðu íslendingar ferð eftir ferð í tómt mál ella uppá skjótálop. Føroyar fingu bara 5 mál seinastu 20 minuttirnar og struku íslendingar avstað við sigrinum, 30-25.
Næsta uppgávan hjá U20-landsliðnum er EM-endaspælið í Rumenia, sum byrjar mikudagin 8. juli. Føroyar eru í bólki saman við Serbia, Sveis og Turkalandi.
Dystargongdin Føroyar – Ísland:
5 min. 4-1
10 min. 5-4
15 min. 7-7
20 min. 8-8
25 min. 11-9
30 min. 15-13
35 min. 17-17
40 min. 20-17
45 min. 20-20
50 min. 21-25
55 min. 22-27
60 min. 30-25
Málskjúttar hjá Føroyum:
Pauli Hentze Rasmussen 5
Magnus Árason 4
Fríði í Innistovu 4
Jákup Egholm 3 (2)
Rúnar Hammer 3
Filip Haldansen 3
William Napoleon Djurhuus 2
Torkil Debes Dahl 1
Málverjar:
Bjarni Gunnarsson Jacobsen 25 min. 5 bjargingar
Henningur Rubeksen, 15 min. 4 bjargingar
Ingi Johannsen 20 min. 1 bjarging
