Eysturskot
4 skjúttar luttóku í Eysturoyar Cup sum bleiv skotið á breytuni hjá okkum í Leirvík í gjár.
Veðrið var gott tey fyrstu umførini, men so byrjaði regni so smátt at trokað seg framat, og til tíðir var keðiligt veður.
Fleiri nýggir og eisini ungir skjúttar vóru við í kappingini, og tað gleðir okkum í føroyska skjótiumhvørvinum.
Marius F. Joensen frá Sunda Byrsufelag legði eitt sindur ivasamt út frá byrjan, men tann royndi skjúttin sum hann er, fann hann stevið í næsta umfarinum, og helt høga støðið restina av kappingini og vann kappingina við 106 dúgvum, 7 dúgvum frammanfyri Torkil Eli Ternustein frá Eysturskot, sum endaði við silvurmedaljuni um hálsin.
Nr.3 gjørdist Magni Dam frá Sunda Byrsufelag sum fekk 96 dúgvur.
A bólkin vann Magni Thomsen frá Eysturskot við 89 dúgvun. Honum á bakið kom ungi skjúttin Jónas Nielsen frá Eysturskot við 88 raktum dúgvum. Nr.3 gjørdist Johnny á Túgvu frá Sunda Byrsufelag við 87 dúgvum.
Hjartaliga tillukku allir samlir.
Hettar var seinasta almenna kappingin sum Eysturskot skipar fyri í 2026.
Ein roynd við at stroyma kappingina bleiv roynd í dag. Tað lukkaðist sera gott, men tó skullu nakrar smáar broytingar gerast, so skuldi verið klárt til næsta ár.
Vit hjá Eysturskot vilja takka øllum sum hava luttikið í kappingum á breytuni hjá okkum í ár, og vit gleðast somuleiðis um at Nordisk Trap hevur verið sera vælumtókt í millum skjúttar og er ein veksandi skjótigrein.
Í august skullu Nordisk Trap skjúttar til Danmarkar at kappast um Norðurlandameistaraheitið í Nordisk Trap. Meira um tað seinri.
Vit hjá Eysturskot fara nú í holt við at fáa umstøðurnar betri og hugnaligari fyri skjúttar og vitjandi á breytuni





Myndir: Eysturskot
