Ein meirilutið í býráðnum í Fuglafjarðar kommunu samtykti í gjárskvøldið, at gamla skonnartin Kyrjasteinur, sum stendur uttanfyri Mentanarhúsið í Fuglafirði og hevur staðið á sandinum í 25 ár, má nú víkja fyri sandflogbóltinum.
Kyrjasteinur er í dag í sera vánaligum standi og er nógv av tilfarinum bæði rotið og illa farið og kann tí ikki varðveitast ella brúkast. Men møguliga er okkurt smávegis á skipinum, sum kann varveitast og goymast.
Enn er einki dato ásett nær nýggi sandvøllurin skal standa liðugur, men er ætlanin at hann skal verða klárur til Oyggjaleikir 2027.
Skonnartin Kyrjasteinur varð bygd í Korsør í 1937 til Jákup Haraldsen, keypmann og reiðara, fyri 125.000 kr. Hon er bygd úr eik, bók og furu, er 29 metrar til longdar og 148 brt. og var væl størri enn sluppirnar, sum føroyingar høvdu keypt úr Bretlandi frammanundan.
Fyrstu árini var Kyrjasteinur undir Íslandi á sílda- og toskaveiðu, har teir – í samvinnu við lokalt útgerðarfólk – brúktu gørn og snurpinet, sum vóru nýggir veiðihættir hjá føroyingum. Tá annar heimsbardagi brast á, fór Kyrjasteinur at sigla ísfisk til Onglands.
Kyrjasteinur hevði heimstað í Fuglafirði til 1961, tá skonnartin var seld til Havnar og seinni til Suðuroyar. Í 1992, tá táverandi eigararnir ætlaðu at søkkja hana, avgjørdu nakrir áhugaðir fuglfirðingar at keypa hana. Ætlanin var, at hon skuldi fáa uppruna útsjónd og gerast til sjósavn í Fuglafirði.
Hendan ætlanin bleiv ongantíð fullførd, tí eftir nakrar umvælingar, varð hon víst á fjørðinum at liggja.
Men í februar 2000 sakk Kyrjasteinur og lá sokkin í næstan tvey ár, áðrenn hon var tikin upp og sett á sandin í Fuglafirði í desember 2001. Tá var hon tó illa farin, og lítið og einki er gjørt við hana síðani. Kyrjasteinur stendur nú tætt við núverandi Haraldsen handilin, og ikki langt frá gamla turkihúsinum, sum í dag er barr.
Skonnartin fekk navnið „Kyrjasteinur“ eftir einum steini, sum stendur nakað uppi í haganum eystanfyri Elduvík, haðani Jákup Haraldsen var ættaður. Hesin steinur varð longu í katólskari tíð róptur Kyrjasteinur eftir katólsku bønini „Kyrie, eleison“ (Harri, miskunna mær). Her var gamalt at steðga á og biðja eina bøn, áðrenn farið varð í brøttu Elduvíkslíð.


