Hondbóltssamband Føroya
Hondbóltssambandið hevur sett Helga Hildarson Hoydal og Simon Højmark Pedersen sum venjarar hjá U2010-landsliðnum hjá monnum.
Helgi hevur royndir sum ungdómsvenjari, bæði í H71 og hjá øðrum ungdómslandsliðum. Simon hevur verið ungdómsvenjari í Kyndli og skal eisin venja teirra kvinnur komandi kappingarár.
Talan er um ungdómslandslið, dreingir føddir í 2010 og 2011. Hesi hava fyri kortum spælt sínar fyrst landsdystir, sum vóru vinardystir móti Íslandi, og skulu næsta summar, í 2027, luttaka í European Open í Svøríki.
