Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.06.2026 23:47

NSÍ – KÍ: 4-2 Seinna hálvfinalan (Myndarøð)

Mynd: Egin Tollaksson/ Eysturoyarportalurin

Mennirnir hjá NSÍ skuldi inheintað tvey mál bara fyri at koma uppá javnt, eftir at hava tapt 4-2 í fyrru hálvfinaluni í Klaksvík tann 13. mai.

Og í einum sera spennandi og ferðmiklum dysti við Løkin í kvøld eydnaðist tað NSÍ at vinna 2-0 í vanligari leiktíð, sum so gjørdi, at neyðugt varð við longdari leiktíð.

Og har endaði tað so við, at NSÍ vann 4-2 og endaði tað tískil samanlagt 6-6 eftir báðar hálvfinalurnar.

Tí mátti brotsspakskapping til fyri at finna ein vinnara, og har dróg KÍ longsta stráðið og er annað av liðnum sum skal spæla í steypafinaluni tann 5. september.

Myndir: Egin Tollaksson/ Eysturoyarportalurin