Mentamálaráðið
Útbúgvingin innan klædnaatstøði, ið verður boðin út á Glasi, gevur munandi stytting í mun til fullu útbúgvingina sum klædnahandverkari.
Nógv umrøða hevur verið alment av útbúgvingini til klædnaatstøðing á Glasi. Ivi hevur verið um, í hvønn mun útbúgvingin gevur atgongd til víðari útbúgving. Landsstýrismaðurin ynskti tí at fáa nágreinað nærri, hvørjar møguleikar klædnaatstøðisútbúgvingin gevur fyri víðari lestri/læru og heitti á Yrkisdepilin um at kanna møguleikarnar fyri víðari læru á yrkisútbúgvingarøkinum. Nú fyriliggur ein niðurstøða, sum er, at klædnaatstøðisútbúgvingin gevur munandi stytting í útbúgvingini til klædnahandverkara, sum er ein yrkisútbúgving við danskari skúlagongd, ið tekur 3 ár og 4 mánaðir. Útbúgvingin er býtt upp í stig 1 og stig 2. Stig 1 kallast í Danmark Tekstil- og beklædningsassistent og tekur 2 ár og 2 mánaðir. Eftir at hava lokið stig 1, ber til hjá lærlingum at fara undir longru útbúgvingina til Klædnahandverkara (stig 2). Stig 2 tekur 1 ár og 2 mánaðir. Samlaða útbúgvingarlongdin til klædnahandverkara er 3 ár og 4 mánaðir.
Ætlanin er nú at seta útbúgvingina til klædnahandverkara á stovn í Føroyum. Talan er um føroyska yrkisútbúgving við danskari skúlagongd. Yrkisútbúgvingarráðið, sum mælir landsstýrismanninum til, hvørjar yrkisútbúgvingar eiga at vera í Føroyum, hevur sent Mentamálaráðnum tilmæli um at seta útbúgvingina á stovn.
Yrkisnevndin, sum tekur avgerð um stytting av lærutíð í føroyskum yrkisútbúgvingum, hevur mett føroysku útbúgvingina til klædnaatstøðing upp ímóti nýggju útbúgvingini til klædnahandverkara og hevur tikið avgerð um, at lærlingar, sum hava lokið útbúgvingina til klædnaatstøðing á Glasi, áðrenn farið verður undir yrkisútbúgvingina til klædnahandverkara, fáa stytting fyri stig 1 á 2 ár og 2 mánaðir.
Samlaða longdin á útbúgvingini til klædnahandverkara, hjá einum lærlingi, sum hevur lokið útbúgvingina til klædnaatstøðing á Glasi, verður sostatt 1 ár og 2 mánaðir, harav 10 vikur eru skúlagongd í donskum skúla.
