Hondbóltssamband Føroya
Dagarnar 27. – 29. november í ár verður stór U17 EM-undankapping fyri kvinnur leikt í Føroyum, har okkara fara at kappast við Ísland, Ísrael og Turkaland um tvey EM-pláss.
Talan verður um eitt rimmar hondbóltsvikuskifti Við Tjarnir. Umframt U17 EM-undankappingina, koma U19-kvinnurnar at spæla tveir vinardystir móti Stóra Bretlandi, og kvinnulandsliðið kemur sannlíkt eisini at spæla seinastu fyrireikingardystirnar undan EM-endaspælinum.
U17 EM-endaspælið verður leikt daganar 4. – 15. august 2027 í Montenegro.
