Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.06.2026 17:36

Víkingur til Íslands, NSÍ til Malta

Víkingaáskoðarar á ferð í Gent í Belgia .Mynd: Eyp.fo

Lutakastið til Conference League hevur verið fyri løtu síðani.

Og nú er greitt at Víkingur skal møta íslendsku Stjarnan, sum í løtuni liggur á 8. plássi í bestu deildini í Íslandi.

Meðan NSÍ skal eina longri ferð niður á Malta, har Hamrun Spartans F.C bíða. Í løtuni liggja teir á 3. plássi í bestu deildini á Malta.