Ein ein ungur víkingur hevur longt við barndómsfelagið í Eysturkommunu. Hesuferð er tað 19 ára gamli miðvallarin, Arnór Brandsson sum hevur longt sáttmálan við 3 árum.
Hann er sambært Faroesoccer at hava leikt 15 dystir fyri besta liðið hjá Víkingi í landskappingini, samstundis sum hann eisini hevur leikt í evropeiskum dystum fyri felagið.
