Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.06.2026 17:47

Søguligt norðurlendskt meistaraheiti til Føroyar

Mynd: Judo Føroyar

Tíðindaskriv/ Judo Føroyar

Denis Golovkins vann í dag norðurlendska meistaraheitið í judo fyri mansunglingar. Hetta er fyrsta føroyska heiðursmerkið í krútsterku norðurlendsku kappingini fyri unglingar, ið sostatt gjørdist úr gulli.

Á veg í finaluna vann Denis allar fýra innleiðandi dystirnar móti kappingarneytum úr Íslandi, Noregi og Finnlandi, og í finaluni gjørdi hann sannførandi bart móti einum svia og gjørdist norðurlendskur meistari fyri mansunglingar. Alt hetta í bólkinum undir 73 kg, ið er ein av torførastu bólkunum hjá monnum.

Denis hevur víst sína yvirvág í seinastuni við at gerast trýfaldur føroyameistari fyri mansunglingar, menn miðalvekt og menn opin vekt og síðan at vinna silvur í altjóða kappingini Budo Nord í Svøríki í mai. Um tvær vikur gongur leiðin til evropeiska unglingameistaraheitið í Gran Canaria.

Føroyar hava seks íðkarar í NM í ár, sum verður hildið í Tampere í Finnlandi. Denis Golovkins, Kjartan Gray og Petur Sigurð Johannesen úr Havnar Judofelag, Fríða Eiriksdóttir Borgarlíð úr Skálafjarðar Judofelag, Josefina Edmundsdóttir Fjallsbak úr Vága Judofelag og Jóan Petur Petersen úr Klaksvíkar Judofelag. Andrias Sumberg úr Suðuroyar Judo luttekur sum altjóða dómari. Landsliðsvenjari er Bárður Hentze Lenvig, sum er fyrsti føroyingur við venjaraútbúgving frá altjóða judosambandinum IJF.