Tað var Bill Justinussen sum var útvaldu at leiða dagsins dyst, tá ið hann við flødaskúmi í lummanu, brígslaði toppdystin við Løkin í gongd kl. 17.30.
Har fingu áskoðarnir tvey stjørnupakkað lið at síggja, millum Runavíkar kommunu og Eysturkommunu.
Ein dystur, sum bleiv leiktur í dýrdarveðrið har sólin bakaði á bæði leikarar og áskoðarar. Ein dystur við lágari leikferð men allatíðina við einum ávísum spenningi í luftini, har m.a. borgarstjórin í Runavík fekk beinleiðis reytt kort fyri kjaftaslit, og borgarstjórin í Eysturkommunu, sum týðiliga var troyttur eftir harðar samráðingar í seinastuni, gjørdi tvey sjálvmál.
Dysturin endaði við 7-3 stórsigrið til Runavíkar kommunu, har sjálvútvaldi liðskiparin hjá Runavíkar kommunu tók ímóti steypinum.
Myndir: Pætur E. Jacobsen/ Eyp.fo

































