Lesarabræv
Men kanska er tað akkurát tað sum Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin ynskja. Eg fái í hvussu so er tað fatan, at tað er nógv meira umráðandi fyri hesar flokkarnar at tryggja stjórum, løgtings- og landsstýrisfólki, sjómenn millum túrar, frítíðarfiskarum o.l. óskerda atgongd at fiska, enn teimum sum veruliga liva av útróðri.
Støðan er heilt einfalt tann, at seinastu 50 árini eru toskastovnurin minkaður við uml. 87%. Og vit halda áfram við at pína stovnin. Higartil í ár hava vit fiska 85% meira av Toski 5 og 34% meira av Toski 4 samanborið við í fjør. Og einasta vit hoyra frá Løgtinginum er, hvussu vit skulu tryggja teimum, sum hava útróður sum frítíðarítriv ella hjávinnu nokk av døgum.
Pástandur 1: Vit missa 100’tals mió. kr. árliga, tí vit nokta at røkja toskastovnin.
Pástandur 2: Í meðan vit miðvíst pína, og kanska enntá oyða okkara toskastovn, so “stingur politiska skipanin bara høvdið í sandin” og letur, sum um alt stendur væl til.
Boðskapurin til Føroya fólk er heilt greiður: Tað er meira umráðandi, at øll sleppa út at fiska, heldur enn at gera tað, sum er skilagott og best lønandi fyri Føroyar. Útróður er jú “siðvenja”, er tað nýggjasta vit hoyra.
Nú árið er hálvrunnið, eru høvið at gera toskaveiðina eitt sindur upp. Sbrt www.vorn.fo, so hava vit fiskað uml. 16 % meira av toski higartil í ár, í mun til í fjørð. Tað burdi verið góð tíðindir, men er tað tíanverri als ikki. Tí hyggja vit eitt sindur nærri eftir tølunum, so hava vit higartil fiska 34% meira av Toski 4 og heili 85% meira av Toski 5 í ár, ímun til í fjørð. Umframt tað, so hava vit fiska 21% minnið av Toski 2. Við øðrum orðum. Tølini eru púra greið. Vit fiska alt í veruni ov nógvan ungfisk, tá vit royna eftir toski. Tá eiga alarmklokkurnar at ringja hjá øllum.
Í meðan vit leggja stóra orku í at verja allan annan ungfisk, so er ikki sama galdandi fyri toskin. Hann skal bara fiskast “meðan hann er her”, sum tikið verður til.
Lat okkum venda okkum til hugtakið “vit mugu fiska toskin, meðan hann er her”. Hetta er ein heilt undarligur pástandur í mínum høvdi. Man veit frá uml. 15.000 toskamerkingum, at toskurin her í Føroyum er sera støðufastur. Og jú eg veit, okkurt heilt serligt fyribrigdið hevur verið, sum ongin heilt klárar at forklára. Men tað kann ikki vera rætt, at vit skulu skipa allan okkara fiskiskap í Føroyum eftir onkrum heilt serligum fyribrigdið, vit hava sæð eina ella kanska tvær ferðir seinastu 50-100 árini.
Ella skulu vit eisini fara at fiska allan makrelin og sildina, meðan tey eru her? Hesir stovnar eru eisini “horvnir” úr Føroyum fyrr.
Jú, føðigrundarlagið hjá toskinum er undir trýstið. Tað er rætt, og tað skulu vit sjálvandi hava við í “líkningin”. Nógvar orsøkir eru til trýstið, men flestu av teimum kunna vit onki gera við.
Men okkurt kunna vit gera, um vit ynskja tað. T.d. at fiska nógv meira av hýsu, enn vit gera í dag, og minnið av toski. Havandi í huga at hýsustovnurin er sera væl fyri, so haldi eg, tað vera heilt upplagt og ein sjálvfylgja. Altso, høvdu vit lagt okkum eftir hýsuni í nógv størri mun, so hevði toskurin eisini fingið nógv betri fortreytir til at koma fyri seg aftur.
Toskur, hýsa og upsi kappast um “sama” føðigrundarlag á landgrunninum, hóast tey ikki eta heilt tað sama, men nakað tó. Í løtuni tapir toskurin kappingina, sær tað út til. Og av tí at politiska skipanin og partvíst eisini fiskivinnan á sjógvi, ikki vilja fyrihalda seg til tað, er faktist stórur vandi fyri, at vit enda sum Kanada, og ongin toskur verur at fáa í nógv nógv ár. Tað fer bert tíðin at vísa okkum.
Eitt uppskot kundi verið, at vit settu keypsbann fyri allan tosk 4 og 5 í eini trý til fýra ár. Altso, ongin keypari skal lata pengar fyri tosk 4 og 5 í nøkur ár.
Eg veit væl, at ymiskt ger, at tað ikki ber 100% til at tryggja at man ikki fær smáfisk, tá man fiskar. Men er tað høvuðsendamálið, so kunna vit uttan iva finna skilagóðar loysnir fyri undantøkini.
Eitt sum heilt vist vil gerast eina “kollvelting” er, at bátar fara at koyra undirmátarar útaftur. Sjálvt um man um allan heim setir undirmátarar útaftur, við tí fyri eyga at geva teimum møguleika at vaksa seg størri, og verða fiskaður aftur seinni, fer alt í “svart”, tá hesin møguleikin verður nevndur her í Føroyum.
Tann fiskurin, sum er livandi, verður settur útaftur, og tann deyði verður tikin til húsbrúk.
Hetta er neyvan ein trupulleiki fyri trolararnar og størru línuskipini, tí tey vanliga fiska væl størri fisk. Og gerst tað ein trupulleiki, so má tað vera til at finna útav.
Um høvuðsmálið er, at ongin toskur 4 og 5 kann keypast í nøkur ár, so fer vinnan sjálv at tillaga seg samsvarandi. Ikki verður neyðugt við at friða hesar og hasar leiðirnar o.s.fr.
Trýstið á at skerja fiskidagarnar enn meira, hevði gjørt heilt munandi minnið, eri eg sannførdur um. Niðurskurðurin av fiskidøgum er primært stýrdur av støðuni toskurin er í.
Skipanini hevði samstundis eggjað flotanum, at farið at fiska nógv meira av hýsu, enn man ger í dag. Og har er “nógv” til.
Eg haldi, her er nógv at heinta, um man bara vil. Men vil man?
Eg havi skriva nokkso nógv um toskin, og hví eg haldi vit eiga at “leggja á annan bógv”. Tit sum er áhugaði í tí, eru vælkomin á fb vangan hjá mær at lesa meira.
Jóhan Christiansen
