Hondbóltssamband Føroya
Eftir ein tættan fyrra hálvleik, har støðan var 15-14 til Ísland, vóru tað íslendingar, sum vóru drúgvari í seinna hálvleiki og vunnu U16-vinardystin 31-24.
Talan var um ein sera ferðmiklan fyrra hálvleik, har bæði liðini vístu tenn, veruliga góvu seg í verjuspælinum og vístu flott kynstur í álopinum. Hjá Føroyum vóru tað serliga Jónas Fossabrúgv og Filip Wardum Ragnarsson, sum stóðu fyri tí nógva í álopinum, og gjørdu teir eisini ávikavist 10 og 7 mál í dystinum. Eftir eina góða føroyska byrjan, so var tað tó Ísland, sum var frammanfyri fyri tað mesta og var hálvleiksstøðan 15-14 til grannarnar.
Bæði liðini skiftu nógv út, og vóru flestu leikarar í spæl. Hetta er eisini fyrsti landsdystur hjá hesum leikarunum og sást tað í løtum í seinna hálvleiki, at teir eisini skulu læra hvønn annan at kenna, tá samspælið og time´ingin ikki altíð sat sum hon skuldi. Tað vóru eisini íslendingar, sum runnu undan seinastu løtuna og bleiv munurin 7 mál við 60 minuttir, 31-24.
Liðini møtast aftur á Eiði kl. 17.00 í morgin, sunnudagin.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Jónas Fossabrúgv 10
Filip Wardum Ragnarsson 7
Danjal Maslyk 2
Filip Bendix Laursen 2
Rósing Toyt 2
Christian Dal Christiansen 1
