ÍF skrivar soleiðis:
Arbeiðið at styrkja um hópin hjá besta mansliðnum í felagnum heldur fram, eftir at nakað av frágongd hevur verði fyrstu mánaðirnar av kappingini.
Í kvøld kunnu vit gleðast um, at ungi og evnaríki leirvíkingurin, Bogi á Reynatrøð, hevur gjørt avtalu fyri 2026 og 2027, sum inniber, at hann verður at síggja í ÍF búna.
Bogi er uppvaksin hjá Víkingi, har hann hevur leikt 37 dystir fyri 1.deild.
Vit gleðast um tilgongdina, og ynskja Boga hjartaliga vælkomnum til felagið og bestu eydnu.
