Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.06.2026 19:41

Áhugaverd framsýning av útgrevsturin á Toftanesi (Myndir)

Mynd: Eysturoyarportalurin

Eysturkommuna skipaði í dag fyri áhugaverdari framsýning av fornlutum frá fornfrøðiliga útgrevstrinum, sum var á Toftanesi í Leirvík í 1980-unum.

Tað var Astrid Johannesen, Mentanar- og ferðavinnuleiðari í Eysturkommunu sum bjóðaði vælkomin.

Síðani var tað Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, sum helt røðu.

Leirvíkingurin, Hákun Andreasen, frá Tjóðsavninum, greiddi síðani frá fornfrøðiliga grevstrinum á Toftanesi tá ið hann var unglingi, meðan Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevndini í Eysturkommunu setti framsýningina.

Tónaskaldi, Kári Sverrisson, framførdi eisini nøkur løg.

Aftaná varð bjóða til ábit og eitt tiltak við víkingatelti, har børn og vaksin m.a. kundu evna til perlur, renlar og annað frá víkingatíð.

Framsýningin er í Gamli skúli í Leirvík og er opin í vikuskiftunum frá 5. juni til 27. september.

Myndir: Eysturoyarportalurin