Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.06.2026 18:55

Oljuleiting her og nú!

Lesarabræv

Nógv tey seinastu árini havi eg fleiri ferðir verið frammi og víst á tað alneyðuga í, at vit aftur seta gongd á oljuleiting í føroyskum øki. Tað sýnist nú, tíbetur, sum at fleiri og fleiri, bæði innan og uttan fyri Løgtingið, eru samd við mær í hesum. Hetta er eisini upp á tíðina. Tí nú mugu vit gera skjótt av og handla.

Nú er tað ongantíð ov skjótt at handla. Tað er longu í dag nógv virksemi innan oljuleiting beint hinumegin føroyska markið. Boripallurin Deepsea Atlantic liggur longu í dag har og ger klárt at bora sjey brunnar stutt frá føroyska markinum. Her er talan um stórt og nýtt virksemi, og sambært MarineTraffic liggja heili fimm offshoreskip í økinum. Enn er óvist, um borivirksemið er byrjað, ella um talan er um fyrireikingar..

Oljuleiting má og skal fáa allarhægstu raðfesting

Vónandi vakna vit nú av álvara og handla heldur enn at halda fram við at tosa um at gera nakað. Nú skal handlast!

Oljuleiting við Føroyar má fáa allarhægstu raðfesting í politisku skipanini. Tað er ov lítið við Open Door-skipanum. Tí er tað at fegnast um, at nú ætlanin er eisini at banka uppá hurðar hjá oljufeløgum um at koma til Føroyar. Hetta krevst.

Oljugoymslurnar eru við at tømast. Greiningarfyritøkan HFI spáir, at oljugoymslurnar kunnu gerast tómar, um stongsilin av Hormuzsundinum heldur fram.

Hvørjum bíða vit eftir?

Eitt bein aftrat

Tað er umráðandi at hava fleiri streingir at spæla upp á, og her kann ein komandi oljuvinna fáa alstóran týdning saman við fiski- og alivinnuni.

Tað eru nógv ymisk størv í oljuvinnuni, eisini vitanartung størv, og hesi eru kærkomin hjá okkara ungu, sum nema sær hægri útbúgving á ymsum økjum. Eisini hava vit í dag nógv fólk, sum arbeiða uttanlands í oljuvinnuni, og um vit fáa eina oljuvinnu í Føroyum, kunnu hesi koma heim aftur at arbeiða.

Samfelagið er dýrt at reka, og tí er umráðandi at troyta allar møguleikar. Latum okkum tí ikki liggja á tí latu síðuni.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur