Tíðindaskriv/ G! festivalurin
| Vit avdúka hesa vikuna barnaskránna á G!, umframt eina spennandi JÚXN skrá. Fyrst á skránni er barnaskráin, sum verður leygardagin 18. juli á Spæliplássinum. |
![]() Gyklarin Rógv Rógvi hevur í nógv ár undirhildið við sínum kynstri og dugir væl at fáa börn at undrast. Eisini er hann sera stuttligur. Börnini gloyma tíð og stað, tá ið Rógvi er á pallinum.Spennandi er at vita, hvat Rógvi fer at gykla á G!. ![]() Jóhanna Siversen Hóast bert er 13 ár, hevur Jóhanna longu sungið nógv.Hon hevur vunnið sangkappingina Smsvox, sungið á festivalum, í sangleikum, á stevnum o.s.fr. Ein nýggj stjörna á komandi G! festivalinum. |
![]() Klovnurin Hannibal og Angela Í meira enn 27 ár, hava tey undirhildið bæði börnum og vaksnum. Hannibal tolir ikki at tapa, hann er altíð ov seinur og finnur ofta uppá okkurt, sum ikki riggar. Tað gongur ikki eftir ætlan hjá Angelu og Hannibali, men tey royna…um tað fer at eydnast í ár – ja, tað vita vit ikki.. . ![]() Ævintýraferðin við bólki Dánjal á Neystabö og Búi Dam seta hugflogið í gongd hjá bæði börnum og vaksnum, við sínum framúrskarandi barnasangum. Tað er altíð stuttligt at vera á konsert hjá teimum, og teir duga sera væl at fáa öll við á eina ferð gjögnum nógvar kendar og stuttligar sangir. |
![]() Silent Disco Fyrstu ferð á barnaG! |





