Í morgun, 1. juni, kom fyrsta ferðamannaskipið á vitjan í Sunda kommuna, og legið við bryggju í Hvalvík um 08.00 tíðina í morgun.
Talan er um M/S Expedition, sum er 105 metur langt og 19 metur breitt. Umborð eru áleið 100 ferðafólk og 90 starvsfólk.
Vitja verður m.a. Dúvugarðar í Saksun, við Gjógv og onnur lokal støð í kommununi. Lokala Norðstreymoyar Dansifelag dansar føroyskan dans á bryggjuni, áðrenn fólkini fara avstað aftur.
Myndir: Eysturoyarportalurin




