Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.05.2026 21:16

Kristian Johannessen vann OL Trap-kappingina í Leirvík í dag

Mynd: Eysturskot

Eysturskot

12 skjúttar møttu til OL Trap-kapping í Leirvík í dag. Seks skjúttar vóru frá Eysturskot (EYS) og seks frá VBM (Byrsumúla), og tað skuldi vísa seg at gerast ein sera spennandi kapping.

Vit gleðast eisini um at fleiri nýggir og eisini ungir skjúttar luttóku í kappingini.

Eftir innleiðandi 75 dúgvunum hevði Bartal Klettheyggi (VBM) leiðsluna við 59 raktum dúgvum. Einans tríggjar dúgvur aftanfyri lá Jeppe Sommer Bruun (VBM). Jeppe hevði aftur fimm dúgvur niður til Kristian Johannessen og Høgna G. Jósleivsson, báðir úr Eysturskot.

Heili fýra skjúttar endaðu við 50 raktum dúgvum: Johnhard Klettheyggi (VBM), Finn Ludvig (VBM), Esmar Joensen (VBM) og Eiríkur Elísson (EYS). Av tí at einans teir seks fremstu sluppu í finaluna, mátti shoot-off til fyri at avgera, hvørjir skuldu víðari.

Her drógu Johnhard Klettheyggi og Finn Ludvig longra stráið og tryggjaðu sær finaluplássini, meðan Eiríkur Elísson og Esmar Joensen máttu síggja finaluna frá síðulinjuni.

Í finaluni gjørdi Kristian Johannessen bart. Við sannførandi skjóting vann hann finaluna við 31 dúgvum. Bartal Klettheyggi tryggjaði sær silvurplássið við 28 dúgvum, meðan Høgni G. Jósleivsson endaði á triðja plássi við 22 dúgvum.

Endaligt úrslit

Gull: Kristian Johannessen (EYS) – 31 dúgvur

Silvur: Bartal Klettheyggi (VBM) – 28 dúgvur

Bronsu: Høgni G. Jósleivsson (EYS) – 22 dúgvur

Liðkappingin har 2 teir fremstu frá hvørjum felag verða samanlagdir við innleiðandi dúgvunum, vann Byrsumúli við 115 dúgvum og Eystyrskot fekk 102 dúgvur.

Ein væleydnað og spennandi kapping, har bæði Eysturskot og VBM vóru væl umboðað. Vit ynskja vinnarunum hjartaliga tillukku við úrslitunum.

Spjaldur