StÍF
StÍF kann í kvøld kunngera, at felagið hevur gjørt avtalu við David Edvardsen, sum høvuðsvenjara, og Kára Horn, sum hjálparvenjara. Báðir hava drúgvar royndir innan føroyskan hondbólt, og væntast teir at gerast ein týðandi styrkur fyri felagið komandi tíðina.
David Edvardsen hevur í mong ár verið ein profilur í føroyskum hondbólti, bæði sum leikari, og seinni í venjaraleiklutinum. Við sínum breiða kunnleika til spælið og arbeiðslag, hevur hann víst førleika at menna lið og spælarar á høgum støði.
Somuleiðis hevur Kári Horn eina ríka fortíð í føroyskum hondbólti. Hann er kendur sum ein royndur og arbeiðssamur leikari, sum altíð hevur lagt nógv fyri liðið, og hevur eisini vunnið sær virðing fyri sínar taktisku dygdir og samstarvsevni.
Við hesum nýggja venjaratoyminum er ætlanin hjá StÍF, at byggja víðari á sterka grundarlagið í felagnum, og samstundis menna liðið enn meira, bæði í mun til úrslit og spælistíl. Felagið hevur stórt álit á, at samstarvið við David Edvardsen og Kára Horn fer at geva nýggjan íblástur, og styrkja felagið, á øllum stigum.
