Fótbóltssamband Føroya
Um eina góða viku skal føroyska A-landsliðið við kvinnum spæla HM-undankappingardyst á útivølli ímóti Georgia. Fýra leikarar eru ikki tøkir, og tí hevur Pætur Smith Clementsen, venjari, sent boð eftir nýggjum kreftum.
Jancy Mohr, Tóra Mohr, Malena Olsen og Natalia Dansdóttir Olsen hava fingið landsliðsboð til dystin ímóti Georgia, eftir at Pætur Smith Clementsen hevur fingið avboð frá Juliu Naomi Mortensen, Rúnu Jacobsen, Saru Samson Shaki og Áslu Johannesen.
Undan dystinum ímóti Georgia eru Føroyar nummar tvey í bólkinum við trimum stigum, Grikkaland liggur á odda við níggju stigum og Georgia aftast við ongum stigi.
Dysturin verður spældur á David Petriashvili leikvøllinum í Tbilisi Georgia fríggjadagin 5. juni kl. 14:30 føroyska tíð.
Hópurin
Gunnvá Lützen,HB
Brá Zakariasardóttir, HB
Súsanna Laksáfoss Godtfred, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Sólja Ernstdóttir, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Malena Olsen, Kí
Helga Mikkelsen, NSÍ
Heidi Sevdal, NSí
Natalia Dansdóttir Olsen, Víkingur
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Anna Caroline Brændstrup , Gil Vicente (POR)
Natalia og Helga eru úttiknar til A-landsliðið fyri fyrstuferð, og Súsanna eigur enn sín fyrsta altjóða skrásetta A-landsdyst til góðar.
