Í gjárskvøldið løgdu 132 springarar beinini í Streymnesi. Og í morgun kl. 10.00 varð so byrja at skerja upp við bátahylinum á Oyrarbakka.
Borgarstjórin í Sunda kommunu, Eyðstein Zachariassen, læs upp nøvnini á bátunum og fólkunum, sum høvdu verið við í drápinum. Bert 6 bátar vóru við í drápinum, og talan varð um áleið 70 drápspartar.
Myndir: Eysturoyarportalurin


































