Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.05.2026 11:51

Setanin av UArctic ráðstevnuni

Mynd: Mentamálaráðið

Mentamálaráðið

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevði eina av setanarrøðunum á UArctic-ráðstevnuni, sum verður hildin í Føroyum í hesum døgum. Ráðstevnan er størsta altjóða ráðstevna, ið higartil er hildin í Føroyum, og savnar granskarar, stjórnarumboð, universitetir og arktiskar samstarvspartar úr øllum norðurøkinum.

Í røðu síni legði landsstýrismaðurin dent á týdningin, sum samstarv hevur fyri smá samfeløg sum Føroyar. Hann vísti á, at føroyingar gjøgnum søguna hava verið noyddir at venda sær út móti heiminum gjøgnum sjóvinnu, útbúgving, mál og samstarv. Eisini undirstrikaði hann, at gransking og vitan eru avgerandi fyri at skilja okkara egnu viðurskifti og menna samfelagið.

Small societies persist not by standing alone, but by working with others,

segði Bárður á Lakjuni millum annað í røðuni.


Landsstýrismaðurin nýtti eisini høvið at takka og rósa fyriskiparunum fyri arbeiðið við at leggja ráðstevnuna til rættis, serliga Fróðskaparsetri Føroya, sum saman við øðrum samstarvspørtum hevur staðið fyri fyrireikingunum av hesum stóra altjóða tiltakinum í Føroyum.

 
Les alla røðuna her.