Uttanríkis- og fiskimálaráðið
Fyrrapartin í dag setti landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, altjóða ráðstevnuna Healthy Humans and Oceans in the Arctic, sum verður hildin í Føroyum frá 26. til 28. mai.
Í setanarrøðu síni legði landsstýrismaðurin dent á týdningin av at styrkja og endurnýggja altjóða samstarv. Hann vísti á, at eitt fevnandi og vísindaliga grundað samstarv er avgerandi fyri at tryggja, at Arktis framvegis er friðarligt, mótstøðuført og umsitið á burðardyggan hátt í einum broytandi heimi.
Talan er um tvær ráðstevnur – Ocean Connectivity Conference og UArctic Congress 2026 – sum eru samskipaðar við einari felags skrá. Sostatt er hetta eitt samstarv millum formansskapin í Arktiska Ráðnum, Uttanríkis- og fiskivinnumálaráðið, Havstovuna og Fróðskaparsetur Føroya.
Hetta er ein týðandi møguleiki at seta Føroyar á heimskortið sum ein virknan leikara í arktiskum samstarvi, og ráðstevnan gevur eisini høvi til kjak og samstarv um avbjóðingar og møguleikar í økinum.
Bárður á Steg Nielsen, landsstýrismaður
Hetta er størsta altjóða ráðstevna, sum er hildin í Føroyum við 1400 luttakarum. Hon savnar granskarar, felagsskapir fyri upprunafólk í Arktis, lond og myndugleikar úr øllum heiminum. Skráin er fjølbroytt og fevnir um umleið 200 framløgur, sum varpa ljós á sambandið millum hav, samfeløg og burðardygga menning í Arktis og Norðuratlantshavi.
Til setanina vóru ES-nevndarlimurin í hav- og fiskivinnumálum, Costas Kadis, fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin, Katrín Jakobsdóttir, og forsetin fyri felagsskapin fyri Inuittar í Arktis, Sara Olsvig, millum høvuðsrøðararnar.
