Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.05.2026 14:57

Ruddingardagur í Runavíkar kommunu

Runavíkar kommuna

Tann ljósa tíðin er komin, og plantulívið er so smátt byrjað at spíra. Runavíkar kommuna heitir aftur í ár, á allar borgarar um at taka lut í árligu ruddingini, og á tann hátt verða við til at fríðka um heimstaðin.

Kemur tú fram á garðaskøru, har sum tú ruddar, kanst taka hana upp og koyra hana í ruskposan, tí garðaskøran skal ikki í kompost.

Meira kunning um garðaskøruna er inni á heimasíðuni hjá kommununi undir umhvørvi, síhttps://runavik.fo/innraesnar-plantur.

Heitt verður á grannaløg um at skipa seg í økinum, har tey búgva. 

Soleiðis verður ruddað:

27. mai

Rituvík

Lýst verður við tiltakinum á facebook-bólkinum hjá bygdini. Ein heitur rættur verður bjóðaður ísv. við ruddingina.

28. mai

Oyndarfjørður

Lýst verður við tiltakinum á facebook-bólkinum hjá bygdini. Ein heitur rættur verður bjóðaður ísv. við ruddingina.

Lamba og Lambareiði

Tiltakið byrjar kl. 16.00 í skúlanum í Lamba. Enda verður við grýturætti kl. 18.30.

24. mai verður ruddað í hesum bygdum

Funningsfjørður – Byrjað verður kl. 9.00 við morgunmati í skúlanum.

Funningur – Byrjað verður kl. 9.00 við morgunmati í skúlanum.

Runavík, Saltangará og Glyvrar – Byrjað verður í Gulu smiðju kl. 10.00 við morgunmati.

Skála – Byrjað verður í Ítróttarhøllini á Skála kl. 9.00 við morgunmati.

Skálafjørður – Byrjað verður kl. 9.00 við morgunmati í gamla skúla.

Skipanes – Byrjað verður við Kaihúsið kl. 10.00, aftaná ruddingina verður bjóðað inn til ein heitan rætt í Elim kl. 13.00.

Søldarfjørður – Byrjað verður við spæliplássið í Søldarfirði kl. 10.00, aftaná ruddingina verður bjóðað inn til ein heitan rætt í Elim kl. 13.00.

Æðuvík – Byrjað verður kl. 10.00 við morgunmati í missiónshúsinum.

Handskar og posar eru at fáa.

Burturkast

Burturkastið skal koyrast í posar og setast framvið teimum størru vegunum.

Heitt verður á fólk um at skilja ruskið og leggja tað sum ikki brennur og oljudunkar við síðuna av ruskposanum.