Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.05.2026 13:55

Føroysk lúsadata í heimsflokki

Firum

Góð data eru neyðug, tá avgerðir skulu takast og tá granskingarverkætlanir skulu skipast. Føroysk lúsadata hava eina góða góðsku og eru álítandi.

Líka síðani tær fyrstu lúsateljingar byrjaðu í 2009 hevur Firum havt hesa uppgávu. Tað byrjaði við, at framsíggin starvsfólk á Fiskaaling, sum var navnið á Firum fram til 2024, fóru undir at telja lús á alilaksi og skipa hetta sum eina tænastu til alivinnuna. Í 2016 bleiv tað staðfest í lúsakunngerðini, at tað er Firum sum skal telja tær lógarkravdu lúsateljingarnar.

Á Firum taka vit hesa uppgávu í størsta álvara og leggja nógv fyri at fáa góð og álítandi tøl. Tað gera vit m.a. við:

  • at tryggja at okkara lúsateljarar fáa góða upplæring
  • at skipa fyri regluligum blindteljingum og soleiðis kanna um starvsfólkini telja rætt

Talið av lúsateljingum hongur saman við, hvussu nógvur fiskur stendur á firðunum og hvussu nógv aliøkir eru aktiv. Í 2025 eru skrásettar 687 teljingar. Taldir vórðu 7.390 ringar og íalt 147.627 laksar vórðu í 2025 taldir fyri lús.

Óheftar lúsateljingar geva betri data

Fyrr í ár var okkara granskari Gunnvør á Norði boðin á eina lúsaráðstevnu í Noregi har hon greiddi frá, hvussu lúsateljingar í Føroyum verða skipaðar. Føroyska heiti á framløguni var Óheftar lúsateljingar. Á framløguni vísti Gunnvør eina greining av føroyskum lúsadata og samanbar føroysku tølini við m.a. tøl úr Noregi, sum eru útgivin í altjóða tíðarritinum Aquaculture.

Vit halda at júst henda myndin vísir hvussu umráðandi tað er at lúsateljingar verða gjørdar av óheftum teljarum, og eru sjálvsagt errin av at vit í Føroyum kunnu siga at lúsateljingar og lúsadata eru í heimsklassa.

At hava góð og álítandi lúsatøl er so týðandi:

  • fyri myndugleikar, sum taka avgerðir við støði í lúsatølum,
  • fyri alivinnuna, sum leggur virksemi tilrættis við støði í lúsatølum, og
  • fyri granskingina, har lúsatøl innganga sum týðandi data í framleiðslu av nýggjari vitan av ymiskum slagi

Spjaldur