Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.05.2026 09:57

Ungur víkingamálverji longt sáttmálan í Randers FC

Mynd: Randers FC

Nóa Klein Joensen, sum í 2025 fekk dreymin uppfyltan eftir at hava verið til royndarvenjing í Randers FC, hevur nú longt sáttmálan við 2 árum.
Nóa hevur spælt øll ungdómsárini í Víkingi har hann eisini hevur umboða bæði U15 og U17 landsliðið hjá Føroyum síðani hann var 14 ára gamal.

Nóa býr á Randers Sportscollege sum Randers FC eigur. Har búgva flestu U17 & U19 leikararnir ið hava sáttmála, samstundis sum har eisini búgva nakrar av Superliga leikarunum hjá felagnum.
Afturat fótbóltinum so hevur Nóa tikið 10. flokk.


Randers FC í løtuni liggja á einum 4. plássi í løtuni í U17 LIGA kappingin har FCK ligggur á 1. plássi. Kappingin hjá U17 endar í juni.