Dagar og nøvn í álmanakkanum
Desiderius. Tvey halgimenni bera hetta navn. Annar var biskupur í Langres í Fraklandi, tikin av døgum í 364 ella 411. Hin var biskupur í Vienne í Fraklandi, steinaður til deyða í 608.
Týdningurin er hin ynskti.
Kelda: Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð
