Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.05.2026 09:09

Veðrið: Leygardagin 23. mai

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi sunnudagin.

Fyrrapartin og seinnapartin frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Í kvøld veksur hann vindin upp í frískan vind ella strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið við regni ella ælaveðri. Men í nátt hálvskýggjað og bert okkurt einstakt ælið. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, smá- ella hálvskýggjað við sólglottum, men eisini okkurt ælið. Hitin 8 til 12 stig.

Sólarris: 04:11 Sólsetur: 22:36