Runavíkar Havn boðar frá, at komandi dagarnar fáa tey vitjan av tveimum ferðamannaskipum.
Tann 23. mai vitjar Sea Spirit, sum er eitt 90 metrar langt ekspeditiónsskip, Funning við umleið 90 cruisegestum umborð.
Og tann 25. mai vitjar Renaissance, sum er eitt størri ferðamannaskip, sum er umleið 220 metrar langt og hevur pláss fyri umleið 1.100 ferðafólkum, Kongshavn.
