Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.05.2026 12:52

Røða til evnisdag hjá Barnabata

Mynd: Mentamálaráðið

Mentamálaráðið

Hósdagin 21. mai skipaði Barnabati fyri evnisdegi um harðskap í nærsambondum.  Endamálið við evnisdegum var at veita fakligan íblástur til ráðgevar í 116 111 Tú & Eg Ráðgevingini og eisini til samstarvsfelagar í toyminum handan felags hjálparlinju, sum arbeiða við børnum og ungum, ið stríðast á ymsan hátt.
 
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, setti dagin. Hann segði m.a. soleiðis í røðu síni:

Tað liggur nógv á herðum tykkara, sum arbeiða innan hetta økið. Tit møta menniskjum í kreppu, tit leggja oyru til veruligar truplar søgur, støður og tvístøður – og samstundis skulu tit vera tey tryggu vaksnu, sum megna at skapa álit, geva vón og vísa veg fram, eisini tá støðan sær myrk út.
Tí skulu eisini tit, sum dag og dagliga hjálpa øðrum, kenna stuðul og fakliga styrki.


Øll røðan kann lesast her.