Í morgun kom fyrsta ferðamannaskipið inn á Gøtuvík.
Talan er um Seaventure, sum siglur undir Bahamas flaggið, og hevur umleið 100 gestir umborð. Skipið er uml. 111 metrar langt og 17 metrar breitt.
Tað er Eysturkommuna sum hevur arbeitt miðvíst seinastu árini at fáa minni reikferðaskip inn á Gøtuvík til tess at styrkja (ferða)vinnuna í kommununi. Ætlanin er at ferðafólkini umborð á Seaventure verða í dag bjóðað útferðir, upplivingar og máltíðir, ið allar eru staðsettar í kommununi.
Skipið verður í Føroyum í fýra dagar, har Gøtuvík er onnur havnin, tey vitja á ferðini.
Myndir: Eysturoyarportalurin






