Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.02.2023 11:01

Flótibrúgvar slitu við alibrúkið í Oyndarfirði

Mynd: HDMS Vædderen 

Sambært Vørn, so slitu flótibrúgvar við alibrúkið í Oyndarfirði hjá MOWI.

Vædderen sum var staddur í Kalsoyarfirði, var biðin um at leita í Djúpinum og suðureftir. Hann lokaliseraði flótibrúgvarnar uml. 4 fj. sunnan fyri Borðoyarnes uml. 11.30.

Vædderen gjørdi fast og sleipaði flótibrúgvarnar inn á Skálafjørðin uml. kl. 12.30 og vóru á Skálafjørðinum uml. 16.00. Tá yvirtók Pressarin sleipið úttanfyri Toftir og sleipaði flótibrúgvarnar inn til kai á Strondum.