Landsfelag Sløkkiliðsmanna
Tilbúgvingardagurin 2026 varð hildin í Fuglafirði leygardagin 9. mai og vertir vóru Eysturkommuna og Fuglafjarðar Kommuna.
Felagið Sløkkiliðsleiðarar (FSL), sum er limur í Danske Beredskaber, hevði í hesum sambandi vitjan úr Danmark. Millum gestirnar vóru Jarl Vagn Hansen, formaður í Danske Beredskaber, og Lars Robétjé, næstformaður í Danske Beredskaber og tilbúgvingarstjóri í Roskilde Brandvæsen.
Eisini vitjaði Asif Amin frá Beredskabsstyrelsen. Hann er varastjóri og stjóri fyri Myndighedsdivisionen hjá Beredskabsstyrelsen.
Dagurin byrjaði kl. 12.00, har borgarstjórin bjóðaði vælkomin. Síðani helt Jarl Vagn Hansen eina framløgu um størri hendingar og avbjóðingar hjá tilbúgvingarfólki í 2026. Asif Amin hevði eisini eina framløgu um, hvat rørist á tilbúgvingarøkinum í løtuni.
Ein partur av degnum var eisini kapping millum sløkkiliðini í Føroyum. Kappingin var spennandi og væl eydnað, og úrslitið gjørdist, at Eiðis Sløkkilið vann kappingina og steypið.
Umframt hetta hevði Landsfelag Sløkkiliðsmanna (LSM) aðalfund sama dag, har nýggjur nevndarlimur varð valdur. Janus Joensen er nú partur av nevndini, sum hevði sín fyrsta fund beinanvegin aftaná aðalfundin.
Hinir í Nevndini eru:
Delmar Tórasin, formaður
Krisjan Madsen
Zacharias Thomassen
Petur Óli Nicolajsen
Kavaratilbúgvingin hjá Tórshavnar sløkkiliði hevði eisini eina venjing í samband við dagin, har teir fingu fatur á onkrum góðum upp frá havsins botni.
Seinni um kvøldið var veitsla, har flagg-steypið varð handað umboðum fyri Vága Sløkkilið og Sørvágs Sløkkilið. Hetta merkir, at Tilbúgvingardagurin 2027 verður hildin í Vágum, og hesa ferð verður tað Sørvágur, sum verður karmur um dagin – seinast tilbúgvingardagurin var í Vágum, var tað í Sandavági.
Dagurin eydnaðist væl og gav fólki og makum úr øllum landinum høvi at hittast, hugna sær og taka sær av løttum.





































Myndir: Landsfelag Sløkkiliðsmanna
