Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.05.2026 15:19

Langt útkall hjá Rescue Lív

Mynd: Rescue Liv

Stutt fyri klokkan eitt seinnapartin í gjár, vóru boð eftir Rescue LÍV. Boðini vóru at fara einum báti, sum lá úti á Skeiva Banka við maskinbreki, til hjálpar.

Báturin lá einar 40 fjórðingar úr landi, og tað vóru á leið hálvthundrað fjórðingar at sigla av Havnini.

Tá manningin hevði bunkrað Rescue LÍV upp undir spunslini, varð kósin sett út á Skeiva Banka.

Líkindini vóru góð, og ferðin var góð, og tað tók bara hálvan triðja tíma at sigla út til bátin.

Báturin var síðani sleipur inn á Vág, og átta tímar, eftir at sleipið byrjaði, vóru teir í Vági við bátinum.

Norður aftur var eitt sindur sjaskut í sjónum, og teir valdu at fara vestan fyri Sandoynna, og vóru so aftur á Havnini klokkan trý í nátt – 14 tímar eftir, at teir loyst í Álakeri.

Hetta er longsta útkall hjá hesum Rescue LÍV, og alt gekk, sum tað skuldi.

Einaferð var fyrri Rescue LÍV úti á Føroya Banka eftir einum útróðrarbáti. Tann túrurin tók 22 tímar.

Spjaldur