Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.05.2026 08:23

Íslandstoymið góða móttøku á Eysturlandinum

Mynd: Trúboðin

Trúboðin

Mikudagin 6. mai kom Íslandstoymið hjá Heimamissiónini/Sjómansmissiónini til Seydisfjarðar.

Toymið hevur sungið og boða Guds orð á Seydisfirði, á Hofteigur, sum er ein lítil kirkja fyri nakrar bóndagarðar, á Fáskrúðsfirði, á Norðfjørðinum og á Eskifirði.

Uppmøtingin á Ellisheimunum hevur verið góð og blíðskapurin stórur. Í kirkjunum hava vit eisini upplivað blíðskap og havt góðar løtur, saman við íslendingum.

Á sangløtunum í kirkjunum á Neskaupstaði og á Eskifirði sungu eisini Július Óli Jacobsen og Andre Bergmann.
Toymið sang nakrar føroyskar sunnudagsskúlasangir, tá felagssunnudagsskúli var á Kirkjumiðstøðini, har toymið býr.

Toymið takkar fyri forbøn!

Skráin hesa vikuna er:

  • Mánadagin 11. mai. Reyðafjørðurin. Kl. 13.30, har tey eldru savnast.
  • Týsdagin 12. mai. Vápnafjørðurin. Kl.14. Eldrasambýlið. Kl.17 í kirkjuni.
  • Mikudagin 13. mai. Egilsstaðir. Eldrasambýlið kl. 15 og kl. 20. í kirkjuni.

Myndir: Trúboðin

Spjaldur