Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.05.2026 00:06

FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026

Mynd: Fimleikasamband Føroya

Fimleikasamband Føroya

Um vinuskifti hevur FM í estetiskum fimleiki verið í Høllini á Hálsi í Havn. Leygardagin var undankapping og sunnudagin var finalan. Fleiri av kappingunum vóru sera tættar, og spenningurin var tí stórur í Høllini í dag. Úrslitini gjørdust hesi:

Kvinnur

Lyra, Rósan og Sira
Nr.KvinnurFelagUndankappingFM finalanSamanlagt
1RósanStøkk23,8723,98347,85
2LyraLjósið23,4323,63347,07
3Sira KFF13,4312,5225,95

Sira er eitt spildur nýtt lið, og FM kappingin er fyrsta kapping, ið tær hava kappast í hetta fimleikaárið. Tær hava bert vant saman í tveir mánaðir, og stóðu seg sostatt sera væl.

Unglingar

Aiva og Norma
Nr.UnglingarFelagUndankappingFM finalanSamanlagt
1NormaLjósið22,2722,4344,70
2AivaStøkk21,2021,6742,87

Gentur

Enya, Lilja og Nova
Nr.GenturFelagUndankappingFM finalanSamanlagt
1LiljaStøkk18,4519,4037,85
2EnyaHF18,2519,5537,80
3NovaHF17,1017,8534,95
4SvalanStøkk16,6018,0034,60
5VegaLjósið15,2015,6530,85

Smágentur

Vióla, Liva og Vípan
Nr.SmágenturFelagUndankappingFM finalanSamanlagt
1LivaHF16,9016,7533,65
2ViólaStøkk15,8517,4033,25
3VípanStøkk15,6017,3032,90
4TýraHF15,2515,7531,00
5VeraKFF14,0015,0029,00
6MaiaLjósið14,2012,6526,85

Pinkur

Auriga, Alda og Flykra
Nr.PinkurFelagUndankappingFM finalanSamanlagt
1AldaHF14,5515,8530,40
2AurigaLjósið13,1514,5027,65
3FlykraHF12,5014,3526,85
4FloraStøkk13,0013,6026,60
5FípaStøkk10,8012,5023,30
6RoraKFF10,6011,8522,45
7VitaKFF9,2011,0520,25

Føroya Fimleikasamband vil nýta høvið at takka fyri eitt framúr gott fimleikaár í estetiskum fimleiki, og ynskja øllum hjartaliga tillukku við góðu úrslitunum.

Myndirnar hevur Andri Gerðisá tikið.