Mynd: StÍF
Tað eydnaðist ikki monnunum hjá StÍF at spæla seg í steypafinaluna.
Í dag var seinna hálvfinalan leikt í høllini í Kollafirðið har KÍF tók ímóti. Dysturin endaði 31-22 til heimaliðið og tískil eru tað KÍF og ikki StÍF, sum skulu leika finaluna. Hálvleiksstøðan var annars 15-14 til KÍF.
Fyrra hálvfinalan endaði 29-27 til StÍF.
Toppskjúttar hjá StÍF vóru Bjarni í Selvindi við 7 málum og Pætur Johansen við 5 málum.
