Dagar og nøvn í álmanakkanum
Kaspar. Ein av teimum trimum heilagu kongunum.
Burtur úr frásøguni um vísmennirnar úr Eysturlondum, sum epifanihøgtíðin varð hildin til minnis um, gjørdist skjótt nógvar halgisøgur. Kirkjulærarin Origenes (doyði 253 el. 254) er tann fyrsti, sum ger av, at teir vóru tríggir í tali. Seinni gerast teir kongar og fáa nøvnini Jaspur, Melkir og Baltsar. Nøvnini koma eisini fyri í føroyska miðaldarsálminum Ljómunum:
Ein æt Baltsar, ofraði gull við hondum,
annar æt Melkir, drottin hjálp úr vándum,
Jaspur hann bar roykilsi í hondum,
eystan komu kongar tríggir av londum.
Halgisøgan sigur, at teir vóru ættaðir frá synum Nóa, og skuldu tískil umboða øll heimsins fólkasløg. Jaspur var kongur í Persiu.
Føroyska navnið er Jaspur, týdningur er ókendur.
Kelda: Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð
