Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.05.2026 08:34

Jóhan H. Funn settur sum byggifrøðingur í Sjóvar kommunu

Sjóvar kommuna

Sjóvar kommuna veksur við fúkandi ferð. Seinastu átta árini eru vit vorðin 300 fólk fleiri, og í dag búgva 1.318 fólk í kommununi.

At kommunan veksur so skjótt, merkir eisini størri arbeiðstrýst á fyrisitingina, og tí hevur kommunustýrið valt at seta ein byggifrøðing til teknisku deild.

Jóhan H. Funn er 38 ára gamal, útbúgvin byggifrøðingur á VIA universiteti í Aarhus, og hevur arbeitt við nógvum verkætlanum bæði í Føroyum og uttanlands.

Jóhan byrjar í starvinum 1. august, og vit gleða okkum at bjóða honum vælkomnum í fyrsitingartoymi.