Eysturkommuna
Fríggjadagin 8. mai kl. 14.00 verður hátíðarhald í kappróðrarneystinum í Norðragøtu. Her verður listaverk eftir Livari Nysted og tríbekkurin, sum John Høgnesen smíðaði til EuroSkills í september í fjør, avdúkað.
Á skránni verður røða frá Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum og vit hoyra Honnu Jensen, forkvinnu í mentanarnevndini, siga nøkur orð. Eisini verður vitjan av umboðum frá Skills Føroyar.
Aftaná verður kaffi og søtt at fáa.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
