Føroya Brigdesamband
Føroyameistarakappingin í brigde fyri pør, byrjaði í dag og heldur áfram í morgin.
16 pør luttaka í kappingini og tá bridgeleikararnir fóru heim í kvøld, eftir at hava leikt 36 spøl, síggja úrslitini soleiðis út. Á fyrsta plássi liggja Árni M. Dam og Símun Lassaberg, meðan Viggo Johannesen og Heini Joensen liggja á øðrum plássi og á triðja plássi liggja Arnbjørn Sivertsen og Jákup Hjaltalin.
Í morgin herja bridgeleikararnir á aftur í Brigdehúsinum í Gundadali, og skulu spæla 54 spøl áðrenn føroyameistarnir verða funnir.
Tilber at síggja úrslitini frá kappingini her: Oversigt
Hjálagda mynd vísir Føroyameistarnir í 2025, Arne Mikkelsen og Danjal Paula (Balla) Mohr, sum spæla móti Robert Langgard og Eyðun Antoniussen.
