Eyp grein
Ein av mongum áhugaverdum søgum, sum er knýtt at gamla kirkjugarðinum í Fuglafirði, er søgan um rúnarsteinin sum hvarv.
Nú arbeitt verður í gamla kirkjugarðinum í Fuglafirði, er mangt áhugavert komið undan kavi.
Men ein søga sum kanska ikki er so kend, er søgan um teir báðar rúnarsteinarnar sum skuldu hava ligið undir gólvinum í tí kirkjuni í Fuglafirði, sum varð tikin niður í 1871, tá ið nýggj kirkja bleiv bygd.
Í Fuglafirði sigst at hava staðið 5 kirkjur. Triðja kirkjan, sum bleiv tikin niður í 1871, hevur staðið við Garð, har sum tann gamli kirkjugarðurin í dag stendur. Óvist er nær hendan kirkjan er bygd, men hon verður tó umrødd í donskum skriftum frá 1709.
Í bókini “Fuglafjørður og fuglfirðingar I, Landbúnaðarbygd”, stendur nógv skrivað um hesar steinar. Tað er Steffan Stumman Hansen, sum hevur skrivað bókina um Fuglafjørð.
Og serliga, er tað søgan um annan steinin, sum hevur hugtikið fuglfirðingar. Hesin steinurin sum varð lagdur í vinstru síðu á inngongdini til tann gamla kirkjugarðin og bleiv einaferð tikin úr, og skuldi einaferð førast til Tórshavn.
Í bókini verður m.a. sagt, at Kristian Osvald Viderø, prestur, skrivar soleiðis, ”Tveir rúnarsteinar vórðu funnir. Annar varð lagdur undir kórgáttuna á hesi kirkjuni, har hann liggur enn, men hin varð lagdur í veggin á gamla kirkjugarði”.
Hin steinin veit eingin nakað um, sum eftir søguni skuldi verða lagdur í ta nýggju kirkjuna og er helst farin fyri einki, tá ið hendan kirkjan bleiv rivin niður í 1981.
Søguáhugaði, Andras Weihe, kongsbóndi av Selatrað, hevði frætt um hendan steinin í kirkjugarðsvegginum, og vildi fegin hava hann sendan til Forngripasavnið í Tórshavn at blíva kannaðan nærri. Hann fekk steinin tiknan úr garðinum og skuldi flyta hann út á Skálafjørðin, haðani hann so við rutubátinum skuldi siglast til Havnar. Hetta var einaferð í 1930´inum.
Men ólukkutíð hevur onkur sum skuldi sigla bátin, tikið tað avgerð, at steinurin ikki hevði nakran stóran týdning og tveitt hann fyri borð uttanfyri Skála. Meðan tað eru fólk í Fuglafirði sum tvíhalda um, at steinurin varð tveittur fyri borð uttanfyri Søldarfjørð.
Steinurin er horvin og er nokk mistur til allar tíðir. Og tí skuldi ein trúð at møguleikin at fáa meira at vita um steinin eisini varð vekk. Men tíbetur hevði danin Daniel Bruun, sum var hermaður og mentanarsøgufrøðingur, verið og vitja í Fuglafirði eini 30 ár frammanundan, fingið áhuga fyri steininum og tekna hann upp.

Steinurin, har hann er breiðast, er hann 26 cm, og hæddin er 20 cm. Eitt merki sum kanska mest líkist einum Kristusmonogrammi við antin rúnum ella griskum bókstavum. Ein gátuførur steinur upp á nógvar mátar.
Onkur serfrøðingur hevur róð frammundir, at her er ikki talan um eina sokallaða rúnainnskrift, men heldur eitt búmerki, sum kann vera frá miðøldini ella seinni.
Tað eru eisini varðveittar fleiri frásagnir um niðurgrivnar rúnarsteinar í Føroyum, har prestar hava givið fólki boð um at grava niður slíkar andstyggiligar heidnar lutir.
Og eru eisini dømir um rúnarbundnar markir og steinar við rúnum settar í húsaveggir til at verja hús móti m.a omanlopi.
Hetta samsvarar eisini væl við frásøgnina um eldri konuna í Fuglafirði, sum gjørdist óð, tá ið hon frætti, at steinurin í kirkjugarðinum var horvin. Hon segði, at hann skuldi binda skriðurnar omanfyri Garðshús, og tískil verja fyri skriðulopi.
Og sigur søgan eisini, at ikki leingi eftir tað, leyp ein stór skriða eystanfyri Garðsgeil og spilti bøin.
Kelda: Fuglafjørður og fuglfirðingar I, Landbúnaðarbygd


