Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.06.2026 15:36

Ein risi við Kongshavn

Mynd: Runavíkar Havn

Runavíkar Havn

Mikudagin 17. juni gleða vit okkum at bjóða stóra og vakra ferðamannaskipinum Rotterdam hjá Holland America Line vælkomið til Runavíkar.

Rotterdam er 300 metrar langt. Skipið hevur 2.677 ferðafólk umborð, og manningin telur 1004. Sostatt er hetta eitt av størstu skipunum, sum vit fáa á vitjan í ár. Rotterdam er systurskip hjá Nieuw Statendam, sum sæst á myndini. Nieuw Statendam hevur vitjað í Kongshavn undanfarin ár.