Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.04.2026 12:04

Gunnar Vatnhamar -liðskipari og á Vikuliðnum

Mynd: Fótbólti.net

Tað gongur væl hjá einum av føroysku útisetunum í fótbólti, Gunnar Vatnhamar, í íslendskum fótbólti.

Í gjár varð 4. umfar í íslendsku deildini leikt. Víkingur Reykjavík tók ímóti ÍA Akranes.

Tað sermerkta við hesum dystinum var, at Gunnar Vatnhamar var liðskipari og leiddi liðið út fyri fyrstu ferð, síðani hann skifti til felagið.

Gunnar og liðfelagirnir úr Víkingi Reykjavík hildu málið reint og vunnu teir eisini dystin 4-0. Og eftir dystin varð Gunnar eisini valdur á Vikuliðið. Tað er aðru ferð hetta kappingarárið.

Víkingur Reykjavík er á 2. plássið við 10 stigum, meðan KR er á 1. plássið við 12 stigum.