Hondbóltssamband Føroya
Lutakastið til EM-undankappingina hjá U17-kvinnum hevur verið fyri løtu síðani. Føroyar komu í bólk A saman við Ísland, Turkaland og Ísrael.
15 tey ovast styrkismettu liðini hava longu pláss í EM-endaspælinum, meðan hesi 16 skulu spæla um tey eftirverandi 9 plássini. Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki saman við tí besta trý´aranum.
Bólkur A: Ísland, Føroyar, Turkaland, Ísrael
Bólkur B: Norðurmakedonia, Litava, Kosovo, Grikkaland
Bólkur C: Portugal, Slovenia, Italia, Ukraina
Bólkur D: Eysturríki, Pólland, Finnland, Luksemborg
Føroyar møttu Íslandi í tveimum vinardystum í Íslandi í juni 2025, og teir vunnu Føroyar ávikavist, 27-26 og 27-24.
Undankappingin verður leikt vikuskiftið 27. – 29. november. Lutakastið at hýsa bólki A í undankappingini fall til Íslands, meðan Føroyar standa í aðru røð at hýsa, í so fall Ísland ikki ynskir at hýsa.
