Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.04.2026 10:56

Fyrsta SST kappingin í ár

Mynd: Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon

Tíðindaskriv/Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon

Sunnudagin 26. apríl varð fyrsta SST kappingin í ár hildin, tá FM í duathlon fór av bakkastokki á Viðareiði.

Veðrið var av tí fagrasta, og tað legði ein góðan karm fyri kappingina.

Hjá kvinnum gjørdist Sigrid Bjartalíð fyrst um málstrikuna við tíðini 1:24:36, meðan hjá monnum var tað Helgi Winter Olsen, sum vann við tíðini 1:04:46.

Kappingin var væl eydnað, og huglagið millum luttakarar og áskoðarar var sera gott!

Øll úrslitini frá kappingini kunnu síggjast her: https://www.webscorer.com/racealldetails?raceid=429316&lang=da

Myndir: Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon