Hondbóltssamband Føroya
Ætlar tú til Katowice í desemer 2026 at síggja Føroyar í EM-endaspælinum fyri kvinnur, og vilt tú tryggja tær sess saman við føroyingunum?
Lutakastið um bólkabýtið hevur verið og er staðfest, at Føroyar er enda í bólki E saman við Fraklandi, Póllandi og Ukraina. Dystirnir í bólki E verða leiktir í pólska býnum Katowice. Mánadagin 4. mai kl. 10.00, koma atgongumerkini tillutaði HSF til sølu.
Høllin í Katowice hevur pláss fyri áleið 11.000 áskoðarum, og frá byrjan hevur HSF fingið tillutað áleið 500 atgongumerki. Atgongumerkini verða seld í tveimum ymsum bólkum:
Kategori 1: 360 Zloty
Kategori 2: 280 Zloty
Hetta eru atgongumerki til allar tríggjar dystirnar hjá Føroyum. Atgongumerkjasølan verður á sølusíðuni hjá EHF og byrjar mánadagin 4. mai kl. 10.00.

Ferðing
Eins og til undarfarnu endaspøl fer Atlantic Airways at flúgva fjepparar til EM-endaspælið. Nærri kunning um ferðing kemur frá Atlantic Airways í næstum. Eventz og Fonn Flog fara at skipa fyri bólkaferðum. Ferðirnar verða settar til sølu mánadagin 4. mai. Nærri kunning verður at fáa hjá teimum hjá veitarunum.
