Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.04.2026 08:36

Landsstýrismaðurin hitt starvsfelagar úr grannalondunum

Mynd: Uttanríkis- og fiskimálaráðið

Uttanríkis- og fiskimálaráðið

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, er í hesum døgum á fiskivinnumessuni Seafood Expo Global í Barcelona. 

Nógvir fiskimálaráðharrar vitja messuna, og er hetta tí eisini eitt gott høvi at hittast á politiskum stigi. Landsstýrismaðurin nýtti í hesum sambandi høvið at hittast við starvsfelagar úr grannalondunum. 

Talan var um fundir við íslendska vinnumálaráðharran, sum eisini varðar av fiskivinnumálum, Hanna Katrín Friðriksson; norska fiskimálaráðharran Marianne Sivertsen Næss, og bretska fiskimálaráðharran, Dame Angela Eagle. 

Á fundinum vóru sínámillum mál umrødd, umframt áleikandi strandarlandasamráðingar og avbjóðingar í hesum sambandi. Londini vóru samd í týdninginum av burðardyggari umsiting av fiskastovnunum, og at neyðugt er at finna semjur um ferðandi fiskastovnarnar. Eisini varð víst á týdningin av einum tøttum samstarvi millum grannalond í hesum óstøðugu tíðum. 

Eg eri glaður fyri høvið at hitta mínar starvsfelagar úr grannalondunum og at staðfesta, at vit øll áhaldandi ynskja at raðfesta eitt vælvirkandi sínámillum samstarv, og at arbeiða fram ímóti at fáa semjur fyri ferðandi fiskastovnarnar.”

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður.